Jóhan Martin Christiansen: Leave Me Breathless
eftir Kinnu Poulsen, kurator og listaummælari
Verkupplivingin byrjar við eygleiðingini og situr eftir í húðini, har allar lívsroyndir av at nerta og verða nortin eru lagraðar eins og linjur og spor í okkara størsta organi - okkara kenslubornu, mjúku húð.
Tó, at stórur munur tykist vera millum grafikkpartin av framsýningini og gipsrelieffini, er eitt áhugavert samanfall millum tey løttu koparprentini og tað tunga gipsið – í báðum førum snýr tað seg um at føra spor í einum tilfari yvir í eitt annað. Gipsverkini eru avstoypingar av pappi, eins og koparprentini vísa fótafarið av eini koparplátu og teimun strikum, ið eru etsaðar í plátuna eftir, at listamaðurin hevur graverað tær í lakkgrundina við einum spískum graveringarmeitli.
Framsýningin Leave Me Breathless er sett saman av gipsrelieffum og koparprentum. Avlongu, vertikalu gipsrelieffini hanga sum ein sansalig, samanhangandi myndrond - um somu tíð upphevjað eins og høg og smøl katedralvindeygu og jarðbundin sum rukkutar pappeskjur. Tað tilfarsliga hevur týdning. Gipsrelieffini verða stoypt á útvaldum pappstykkjum, sum listamaðurin nýtir sum grundform. Í prosessini verður eitt tilfar sostatt yvirført til eitt annað. Yvirflatin minnir um papp, men er gips og henda tilfarsliga tvørsøgnin hevur týdning í mun til upplivingina. Tað konstruktiva er grundleggjandi í hesum gipsrelieffunum, ið snúgva seg um sína egnu skapan og opið siga okkum søguna um, hvussu tey vóru stoypt av pappkassum. What you see is what you get og kortini eru verkini hjá Jóhan Martini Christiansen meira og altíð onkursvegna staðbundin, hugsað til stað og samanhang. Hugsast kann tessvegna, at ein framsýning hjá Jóhan Martini Christiansen í hølunum hjá Danske Grafikere á onkran hátt inniheldur hugsanir um grafikkmiðilin - kanska minna gipsverkini eitt sindur um skriftrullur og um skriftina á vegginum?
Í prentunum hevur Jóhan Martin Christiansen tikið støði í einum strektum avbrigdi av einari kendari barokkmynd av kristna halgimenninum Sankta Sebastian, sum Peter Paul Rubens málaði umleið 1614. Í tveir metur høga málninginum er pínslarváttin avmyndaður monumentalt miðskeiðis í myndarúminum heilt frammi í forgrundini. Av tí, at perspektivið í myndini er lutfalsliga lágt og armarnir á Sebastian eru bundnir aftur um bak, er tað eins og kroppurin fyllir meira enn høvdið, ið sæst avmyndað ovast eitt sindur í skugga, men eftir røttum perspektiviskum meginreglum. Myndin sýnist sera barokk við denti á dramatiskar mótsetningar millum tann tunga myrka himmalin og so tað ljósa mannslikamið. Sankta Sebastian er málaður sum ein berholdaður, kropsliga vakur unglingi, ið ikonografiskt er lýstur á sama hátt sum Jesus á krossinum við himmalvendum eygum. Lýsandi kroppurin í myrkrinum vísir, at Rubens hevur lært at mála chiaroscuro sum Caravaggio, umframt at tulka tølandi vøkur mannfólk við nærløgdum eymleika. Tað er eins og húðin glinsar av ungari lívsmegi. Pílarnir í húðini stinga.
Sankta Sebastian var tikin av døgum fyri sína kristnitrúgv í 3.øld og sambært halgisøguni vóru so nógvir pílar skotnir eftir honum, at hann mestsum var átøkur eini nálapútu ella einum tindasvíni. Og júst tann myndin í frásøgnini hevur inspirerað listafólk, sum í øldir hava málað halgimennið gjøgnumgataðan av pílum. Í koparprentunum hjá Jóhan Martini Christiansen hóma vit brotamyndir av eini mannligari anatomi við høvdi, yvirkroppi, beinum og fótum, ið alt samalt tykist rættiliga klassiskt teknað við eini livandi bylgjandi striku og skraveringum, ið mynda skuggaskap. Men harumframt eru nakrar formliga øðrvísi linjur í ymiskum tjúktum og litum. Tær eru meira geometriskar, dekorativar – onkrar eru gular, ein er ljósareyð og sjálvt um tær hvørki minna um pílar ella spjót, so er tað eins og strikurnar prika.
Á einari prentmynd av teimum vælskaptu, stóru fótunum hjá Sebastian stendur GOD IS GAY. Útsøgnin, ið møguliga minnir okkum á leiklutin hjá Sankta Sebastian sum queer fyrimynd, avmyndar eitt gamalt grafitti á Skálatrøð í Havn, sum hevur verið yvirmálað óteljandi ferðir og er komið afturíaftur líka so nógvar ferðir. Ein lítisverdur veggur við eitt parkeringspláss og so kortini ein vígvøllur í Havn.
Tivandi framsýningarheitið Leave Me Breathless er fleirtýðugt - um somu tíð banalt og inntonkt. Orðingin minnir um onkran lættan og sorgblíðan kærleikspoppsang, men er samstundis merkt av onkrum spentum og ógvisligum. Breathless merkir at vera pøstur ella algoystur, men orðið merkir í sjálvum sær eisini, at mann ikki fær anda. At draga andan er sum kunnugt ein lívstreyt og fert tú frá mær, tá eg ikki andi meira?
– August 2023
Essay skrivað í sambandi við serframsýningina Leave Me Breathless í Danske Grafikeres Hus, Keypmannahavn 18. august - 10. september, 2023.
© Jóhan Martin Christiansen 2025. All rights reserved.