SUM ÍGJØGNUM SORTAR SKÍGGJA
eftir Kinnu Poulsen
Dupulta kenslan av sublimum vakurleika og av upploysn og undirgangi rakar áskoðarin í somu løtu, sum trinið verður inn í framsýningina hjá Hansinu Iversen og Jóhan Martini Christiansen, Lonely Hearts. Hendan sýningin er í stóran mun hugsað og framleidd á staðnum í Listahøllini á Skipasmiðjuni MEST í Tórshavn.
Staðið hevur týdning. Tað var eisini her tann djarvi Heysttframsýningarbólkurin læt upp listaframsýning í gomlu stál og aluminiumsgoymsluni hjá Skipasmiðjuni í 2005. Trettan ár eru liðin síðan ta upplatingina, men ráu framsýningarhølini eru enn tey somu, ið síðani fyrstu framsýningina hava verið karmur um nógvar áhugaverdar listaframsýningar bæði hjá Heystframsýningarbólkinum og hjá ymiskum einstaklingum. Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen hava tilvitað valt at lata vera við at umvæla meginpartin av hølllini og í staðin varðveita upprunaliga standin. Tað vil við øðrum orðum siga, at Listahøllin og hennara søga eru beinleiðis partar av framsýningini, ið eisini ítøkiliga er merkt av tilfari, sum er funnið her á staðnum. Hetta gevur verkætlanini eitt rannsakandi brá eins og framsýningin verður eitt listarligt royndarlaboratorium.
Listahøllin liggur mitt í einum livandi vinnuøki. Tað er nakað serligt at eiga sær ørindi í hesum umhvørvinum; at ganga í skugganum undir veldugu skipaskapilsunum á bedingini og síggja spruttandi neistar fúka frá sveisingartólunum hjá teimum grímuklæddu sveisarunum. Skipini eru ørandi stór. Tey daga fram uppi yvir tær eins og heilar oyggjar í býnum og skapa ein súgur, so at tú følir teg drignan at teimum, nakað á sama hátt sum Hansina Iversen einaferð kendi tað, tá hon á fyrsta sinni var í New York á listasavninum MoMA og upplivdi verkini hjá Color Field málarunum/abstraktum ekspressionistum sum Mark Rothko og Barnett Newman. Hesi verk vóru í fleiri førum so mikið stór í vavi, at tú kundi søkka inn í tey. Henda upplivingin av eini uppskalering av listini hevur havt stóran týdning fyri Hansinu Iversen, og hon hevur eisini arbeitt við stórum støddum í sínum egnu verkum, millum annað í veggjamálninginum, sum hon málaði á staðnum til serframsýning sína í Listasavni Føroya Anything is a Mirror í 2014.
Tilfarsliga er skipasmiðjuumhvørvið ómetaliga áhugavert við øllum sínum virksemi og støðugu evnabroyting. Tað harða stálið, sum mýkist av eldinum til tað smeltar og verður flótandi, eins og gipsið í verkunum hjá Jóhan Martini Christiansen, ið stadnar og síðani verður brotið upp aftur og skipað sum listaverk. Bláu, reyðu og grønu konteynararnir uttanfyri Listahøllina minna um yvirdimensioneraðar bláar legodósir við alskyns forvitnisligum lutum úr ymsum tilfari, sum leggja upp til allar møguligar samansetingar og installatiónir. Og kanska leggur hetta umhvørvið síni skap í sinni áskoðarans sum eftirmyndir, ið eina løtu ávirka framsýningaupplivingina. Tá hóma vit bæði skipafasadur og smeltað stál í málaðu formunum hjá Hansinu Iversen, eins og tað stóra verkið hjá Jóhan Martini Christiansen, sum liggur miðskeiðis á gólvinum í framsýningarrúminum brádliga fer at minna um Trolaradekkið hjá Ingálvi av Reyni og um Flakan av Medusu hjá Théodore Géricault.
Sjálvt um bæði útgangsstøði og máliháttur eyðvitað eru sera ymisk í hesum báðum listaverkunum, føroyska modernaða málninginum frá 2003 og franska romantiska málninginum frá 1859, hava teir okkurt til felags. Myndevnisliga snúgva báðir málningarnir seg um okkurt slag av sjólívi, men eg hugsi, at hugasambandið, ið verður knýtt av verkinum hjá Jóhan Martini Christiansen serliga kemst av einum ávísum undirgangshuglagi, ið stendst av myrkrinum, dramatiska bygnaðinum og av roðanum í sólarringinum á báðum málningunum. Undirgangshuglagið í verkinum hjá Jóhan Martini Christiansen kemur ikki av málaðum vesturskini ella nøkrum figurativt frásagnarkendum. Hetta er jú ein standmynd, ið ikki hevur nakran sjónarring sum so. Men avlangi, dynamiski struktururin við boygdum jarngittrum og syndraðum gipsformatiónum líkist onkursvegna einum skipaskapi. Tað undirgangskenda í hesum verkinum er tilfarsligt og verður íblást av konstruktiónini og serligu skapanarprosessini hjá Jóhan Martini Christiansen, ið “oyðileggur”, brýtur og avskeplar gipsstoypingar og jarngittur til listaverk. Úrslitið er um somu tíð óhugnaligt, dystopiskt og poetiskt.
Framsýningin Lonely Hearts kann allýsast sum ein staðbundin installatión við veggjamálningum, standmyndum og gipsmyndum. Munirnir eru nógvir og stórir millum verkini hjá teimum báðum listafólkunum formliga, tilfarsliga og koloristiskt. Tí meðan Jóhan Martin er kendur fyri at brúka fá litbrigdi í sínum ráhvítu og jarðlitaðu gips- og tekstilverkum, er Hansina Iversen málari og maksimalur koloristur, sum bæði brúkar reinar spektrallitir, grátónar, pastellitir og alt har í millum. Tó sæst eitt ávíst lyndi hjá báðum listafólkunum til at nærkast hvørjum øðrum á hesari framsýningini. Hansina flytir seg yvir í okkurt relieffkent og skulpturelt, eins og vit hóma ávís koloristisk spor í nøkrum av verkunum hjá Jóhan Martini. Hetta hevur við sær, at framsýningin savnast til eina heild.
Hóast Hansina Iversen hevur verið sera trúgv móti sínum egna listarliga, nonfigurativa útgangsstøði, heldur hon støðugt fram við at menna sítt myndamál. Og sjálvt um áskoðarin sjáldan man ivast í, hvør upphavskonan til hennara listaverk er, so er altíð okkurt nýtt at síggja, tá hon framsýnir. Á stóru veggjamálningunum á Lonely Hearts framsýningini hava fleiri skap hvassar kantar, sum bæði leiða tankarnar aftur til hennara íblástur frá Hard Edge Painting í hálvfemsunum, samstundis sum hesi verk eru nátúrligt framhald av lag oman á lag bygnaðinum við umskarandi skapum, ið minnir eitt sindur um klippmyndir. Eftir at hava granskað og víðkað um myndarúmið í mong ár er tað eins og listakvinnan hevur flutt fokus heilt fram í yvirflatan á málninginum til tess at kanna, hvørjir møguleikar kunnu liggja í einum tílíkum sera avmarkaðum øki.
Í brævaskifti millum Hansinu Iversen og Jóhan Martin Christiansen sæst, at hon í grundini ivast í nonfigurativa hugtakinum, ella hvørt hennara list kann eyðmerkjast at vera nonfigurativ. "Henda listin er jú full av figurum" heldur hon eitt sindur speiskliga fyri. Og rætt er tað, at hennara málningar eru fullir av skapum, ið eru rundleitt sum áður, men altso við einum myndarúmi, ið tykist alsamt meira samansett og við formatiónum í fleiri løgum, sum hótta við at spreingja seg út úr myndini.
Fyri ein listamálara sum Hansinu Iversen kann tað tykjast sum ein nokk so ógvislig broy-ting, at taka støðu til eitt heilt rúm í staðin fyri at mála á eitt lørift í senn. Men í grundini er hetta ikki nógv øðrvísi enn hennara scenografiska arbeiði - hon hevur í fleiri førum staðið fyri pallmyndum í sjónleikum sum t.d. Sár á Sál, Heksirnar og Ómegd. Kanska kunnu vit síggja Listahøllina sum bæði myndarúm og eitt dramatiskt rúm, har veggjamálningar og kollasjur hjá Hansinu Iversen eru eitt slag av scenografi kring verkini hjá Jóhan Martini Christiansen, ið eru sett upp í rúminum í eini ávísari rútmu sum í einari dynamiskari, opnari koreografi.
Í áðurnevnda brævaskifti skrivar listamaðurin einastaðni um sitrónir. Hann skrivar: ”Í seinastuni havi eg hugsað um sitrónir (!) Tað gula er sum ein krókur, at krøkja okkurt í. Tað gula er magnetiskt; tað dregur og rekur burtur frá sær samstundis…” – tað er áhugavert, at Jóhan Martin Christiansen á henda hátt sambindur ein lit við ein fysiskan eginleika, tí hetta sama er onkursvegna galdandi fyri málningarnar hjá Hansinu, har tað kennist eins og litirnir trýsta hvønn annan út og inn í málninginum alt eftir hvar áskoðarin hvílir eygað.
Hansina Iversen brúkar javnan sitrón- og cadmiumgult, og eitt av verkunum hjá Jóhan Martini Christiansen á Lonely Hearts framsýningini inniheldur fleiri veruligar sitrónir. Talan er um eina sera dynamiska standmynd, eitt liggjandi skapilsi, ið er evnað úr gipsfóðraðum rimaverki úr armeringsjarni (rionet). Verkið liggur á gólvinum næstan sum ein opin gágga, ein ostra ella ein stór fella, ið tykist kunna smekka saman hvørja løtu eins og ein glúpskur kjaftur var tað ikki fyri einum klæntrasligum pinni, sum stendur í spenni millum tær baðar síðurnar. Verkið ímyndar ikki nakað ávíst, men knýtir við sitrónunum hugasamband til memento mori áminningar í kyrrlutamyndum og yrkingum í 17.øld, sum við fruktum, sápubløðrum, niðurbrendum kertuljósum, tømdum gløsum o.s.fr. lamentera yvir okkara vakra og fagnaðarríka og undirgangskenda og stokkuta jarðarlív.
Tað sama ger danska sálmaskaldið, Thomas Kingo, tá hann í sálminum um sorg og gleði hugleiðir um, at "jarðgull sum hold er føgur mold, himinin eina er sælunnar fold". Sálmarnir hjá Kingo eru nakað heilt serligt júst orsakað av hesum áhaldandi dialektikkinum, at yrkjarin støðugt sær menniskjalívið úr ævinleikans perspektivi. Men um alt bert var himnatráan, og yrkjaraegið sat við høvdinum í ský, tolin og bíðaði eftir ævinleikanum, ja, so var Kingo neyvan eins kendur og brúktur í kirkjusálmabókunum, sum hann hevur verið og er. Hann er spennandi, júst tí hann kennir til og elskar allar tær jarðisku herligheitirnar og dugir at konsentrera og disciplinera tær í sínum yrkingum. Um alt bert var eftirlív, var eingin orsøk til at dyrka vakurleikan í hesum lívinum, eins nógv og Kingo ger tað í sínum mongu sálmum, t.d. við stórslignu byrjanarreglunum á páskasálmi sínum: ”Sum ígjøgnum sortar skýggja/ kemur fram hin gylta sól,/ so at bølmyrkur má flýggja,/ lýsir í um tind og hól...”.
Sum gylta sólin lýsa sitrónirnar gult móti gráliga gipsinum í gapandi verkinum hjá Jóhan Martini – tað er yndisligt og samstundis brutalt við pinninum, sum dramatiskt og diagonalt gjøgnumgatar verkið, eins og vit síggja tað í ferðmiklum, klassiskum standmyndum av Eros, grikska kærleiksgudinum. Í grikskari gudalæru er Eros jú ímyndin av kærleika og eini erotiskari atdráttarmegi, ið kann vera eins oyðileggjandi og ólukkulig og hon kann vera lívgevandi eydnusom. Í hellenistiskari tíð og hjá rómverjum var Eros ein blaðungur maður ella drongur við boga og píli, sum hann skjýtur í hjarta á menniskjum, sum harvið verða rakt av forelskilsi, um tey vilja tað ella ei.
Sum kunnugt eru ikki minst tey einsamøllu hjørtuni viðkvom, tá lopið verður á tey við kærleikans boga og píli. Framsýningarheitið Lonely Hearts er áhugavert við sínum anatomisku og mentanarligu tilsipingum. Umframt tann eyðsýnda stóra týdningin, sum hjartað hevur fyri lívið í menniskjakroppinum, verður eisini sipað til lættisoppakendan popptónleik, sangir sum t.d. Sgt. Pepper's Lonely Hearts Club Band hjá The Beatles og Owner of a Lonely Heart hjá Yes. Í popptilsipingunum hómast eitt sindur av speisemi og skálkabrosi, men her er eisini nakað meira álvarsligt, inniligt og eksistentielt uppá spæl í heitinum við ábendingum um eitt hjartaligt og vakurt listavinarlag millum tey bæði listafólkini, Hansinu Iversen og Jóhan Martin Christiansen, sum í felag hava skapað framsýningina Lonely Hearts.
~
Kinna Poulsen, cand.mag, er listaummælari og kurator. Hon hevur skrivað fleiri listabøkur og hevur skipað fyri og kuraterað eina røð av framsýningum í Føroyum og uttanlands. Síðani 1997 hevur Kinna Poulsen javnan skrivað og havt greinar, innlegg og ummæli í miðlum og katalogum, harumframt hevur hon heimasíðuna listaportal.com

© Jóhan Martin Christiansen 2025. All rights reserved.