SAMRØÐUR VIÐ MAMMU
Beinir Bergsson, rithøvundur
hatta er bara ein nøs, hatta er bara ein nøs.
tað er ikki so galið, ha?
sum nú er haldi eg ikki vit at vera bangin. Bíða líka.
eg veit, eg skal nokk biðja læknan kanna míni móðurmerki næstu ferð.
Segði tú nakrantíð við meg:
Ikki fylgjast við einum av hinum slagnum
Illani fara tey børnini, segði tú einaferð, tað veit eg
ella spurdi tú
nær verði eg omma?
onkuntíð so hugsi eg,
nei eg kenni á mær
at hann leingist burtur
tá eg haldi um hann
eg síggi
at hann heldur andanum
at mín kroppur
er ein heitur radiator
at nerta við
hevur tú eisni prøvað tað?
eg tori ikki siga við hann
EG VIL HAVA BØRN
eg má fortelja tær
onkuntíð ivist eg
serliga tá eg og hann liggja í seingini og
peikifingurin á honum
nærkast mínari
nøs
mínari purøsari nøs
hann fær tað at kitla
trý sekund
áðrenn hann nertir meg
tað fór eisini at kitla
tá babba plagdi at spæla
tannburstin var eitt flogfar
ella faktiskt ein jetjagari
klárur at skjóta karius
eg vísti honum (also ikki babba)
havan hjá ommu
hermaði, setti meg á búkin á honum
koyrdi bløðini á blóðdropunum (tú veitst, fuchsia blóman)
tætt upp at nøsini á honum
hann byrjaði at súgva áðrenn
blóman var komin inn um varrarnar
eg sá sukrið flúgva
inn í munnin á honum
sum eitt jagari
tá vit eru aftur í seingini
og peikifingurin
er kanska tvey sekund
ella tíggju cm burtri
bláæðrarnir fara at víðka seg
blóðið rennur úr kjálkunum
yvir í nøsina
hon rodnar nøsin
ánar at
fingurin er blómusáð (nei also pollen)
nasasnippurin fyllist
brynjar seg
við súrevni
peikifingurin nertir
nøsina
eg smakki
rabarbusaft
heilt har
við teimum innastu
jagslunum
sukrið flýgur úr
Hevur tú sæð hatta móðurmerkið á arminum? Bið læknan kanna tað næstu ferð
Mamma eg kann ikki tosa við hann um alt.
eg tori ikki siga við hann:
EG ELSKI
TÁ TÚ TEKUR Í HONDINA Á MÆR
FRAMMANFYRI TÍNUM FORELDRUM
Segði tú tað nakrantíð við babba?
Nei ikki akkurát tað, men tú veitst
eg og hann settu okkum niður saman
herfyri
og eg segði við hann
lurta líka
Ikki ver illur
eg burdi sagt
EG HAVI LISIÐ TÍNAR SAMRØÐUR Á TELEFONINI
ja hann er nokkso fittur, sjeikaligur ella nossligur
hann tímir eisini at spæla yugioh (hini kortini, sum tú plagdi at keypa til mín, tá tú fórt til Havnar)
also hatta móðurmerkið var har ikki, seinast eg sá teg
ja hann? eg óttist
EG VERÐI HJÁ HONUM
UM HANN IKKI VIL HAVA BØRN
jamen vilt tú ikki vera omma?
nær skalt tú aftur til læknan?
ja, vilt tú møta honum?
eg eri nokkso góður við hann
tað er ymiskt hvat vit gera um vikuskiftini
onkuntíð hyggja vit eftir Naruto (teknifilmurin, sum tú goymdi á VHS fyri meg fyrr, nei í dag hyggja vit á telduni)
tað er bara ein nøs
tað er ikki meira enn tað
koyr bara eitt sindur av sminku á
so sæst hann nóg illa
skurðurin í nøsina
eg kann gott mussa á
eg græt so illa sum barn
og tú dyppaði altíð suttuna niður í sukur
minnist tú tað?
eg var hjá tannæknanum í síðstu viku
hann fer at rótviðgera tríggjar jagslar
nei ikki flyta mær pengar
hygg her eg veit
tú bítur negl
tá tú goymir teg soleiðis
er tað í næstu viku?
skal eg koma við
visti tú babba plagdi siga
mamma fór fyrst at trívast á oynni
tá undirsjóvartunnilin kom
ella hann segði faktiskt
tað var nakað helvitis lort við hasum tunnlinum
passaði tað ikki eisini?
vit vóru oftari Burger King
eg havi enn okkurt av leikutoynum
uppi á hanaloftinum
nei hann er ikki sum babba
hann er purøsur
drekkur slett ikki appilsindjús
etur ikki morgunmat
hann fær sær kanska ein kaffimunn
tað er langt síðan eg havi drukkið cornflakes-mjólk
hann er eitt sindur pápaligur
fer út við skrellinum í crocs
og hann veit tað altíð tá eg lati sum um eg sovi
hetta er bara millum okkum, men mostur kann gott vita
eg behøvist ikki fáa mær kettu
hann losar líka nógv
hevur tú fortalt mostur tað?
hvat um tú ringdi til hana og segði
Hey kom á kafé
tit fara ongantíð á kafé saman
nei? okey
men ring um tað er nakað
ja eg skal heilsa honum